Tá ið djevulin gevur tær eitt ráð

Í The Screwtape Letters letur C.S. Lewis ein eldri djevul skriva bræv til unga lærling sín, Wormwood. Ráðið er einfalt, men vandamikið: Fá menniskju at liva í fortíðini ella framtíðini – bara ikki í nútíðini.

Tað er ikki neyðugt at fáa eitt menniskja at avnokta Gud. Tað er nóg mikið at fáa tað at bíða.

Bíða eftir betri umstøðum. Bíða eftir tí rætta degnum. Bíða eftir løtuni, tá ið alt er komið upp á pláss, og lívið loksins kann byrja.

Men tann dagurin kemur ongantíð, tí hann verður altíð fluttur eitt sindur longur fram.

Janus, gamli rómverski gudurin, hevði tvey andlit: annað vendi aftur, hitt fram. Hann er ein hóskandi mynd av menniskjanum í dag. Vit hyggja aftur við iðran og fram við stúran, og meðan vit standa millum tað, sum ikki kann broytast, og tað, sum ikki enn er hent, lata vit tað einasta, vit hava, fara.

Vit gera framtíðina til eitt altar, har vit ofra tíð, heilsu og orku. Vit siga við okkum sjálvum, at alt hetta einaferð fer at geva meining, tá ið vit eru komin á mál.

Men hvat um málið ikki er eitt stað?

Hvat um lívið ikki er ein ferð móti einum endapunkti, men ein røð av døgum, sum skulu takast, dag fyri dag?

Í frásøgnini um ísraelsfólkið í oyðimørkini gav Gud teimum manna til hvønn dag. Tey skuldu ikki goyma sær alt til morgindagin. Tað, sum varð goymt av ótta, varð spilt.

Kanska liggur ein sannleiki í tí.

Vit kunnu ikki liva morgindagin í dag. Vit kunnu bara taka ímóti tí degi, sum liggur fyri okkum, og liva trúfast í honum.

Ein gamal vani broytist ikki við einum stórum lyfti. Hann broytist spakuliga, hvørja ferð vit velja øðrvísi enn áður. Summar dagar eydnast tað, aðrar dagar falla vit aftur í gamla mynstrið. Men ein miseydnaður dagur er ikki ein dómur. Tað ber til at byrja av nýggjum – ein dag í senn.

Tí er „ein dagur í senn“ ikki ein umbering fyri veikleika. Tað er ein háttur at taka ábyrgd av tí, sum vit veruliga kunnu gera í dag.

Hetta er mótstøða móti stúranini, sum vil liva fyri morgindagin, móti skuldarkensluni, sum vil halda okkum føstum í gjár, og móti trongdini eftir einum staði, har vit halda, at friðurin bíðar.

Í Prædikarabókini stendur, at alt hevur sína tíð. Tað merkir ikki, at vit skulu lata standa til. Tað merkir, at vit skulu virða ta tíð, vit eru sett í, og ikki altíð royna at skunda okkum ígjøgnum alt lívið í senn.

Dagurin í dag er ikki ein fyrireiking til tað veruliga lívið.

Hann er tað veruliga lívið.

Og kanska er tað júst hetta, sum myrkrið vil krógva fyri okkum: at Gud ikki bara bíðar við endan av leiðini, men er nær í tí degi, sum vit eru um at lata fara framvið.

Vit kunnu ikki vinna allar dagar í senn. Vit kunnu bara vera trúgv í tí degi, sum er okkum latin.

Spurningurin er ikki, um tú hevur tamarhald á øllum, sum kemur. Tað hevur tú ikki. Spurningurin er, um tú vilt lata tað, sum ikki enn er hent, taka frá tær tað, sum er givið tær nú.

Lat ikki fortíðina binda teg. Lat ikki framtíðina taka friðin frá tær. Tú kanst ikki liva morgindagin í dag, men tú kanst liva henda dagin.

Framtíðin kemur, tá ið hon kemur. Tá verður Gud eisini har.

Men í dag liggur dagurin opin fyri tær.

Tak ímóti honum – ikki sum einum nýggjum kravi, men sum einari gávu.

Gakk honum á møti við dirvi. Tú nýtist ikki at vita, hvat hann ber við sær. Tú skalt bara vita, at tú skalt ikki bera hann einsamallur.

Tí hesin dagurin kemur ongantíð aftur.

Og tað er í dag, tú fært møguleikan at liva.