Gamli embætismaðurin sat við mínum skjølum, tá ið eg kom.
— Set teg, segði hann uttan at hyggja upp.
Eg hevði ikki bílagt tíð. Kortini stóð ein stólur klárur framman fyri borðinum. Setrið var slitið, sum um onkur hevði sitið har og bíðað í nógv ár.
— Eg kom bara at spyrja …
— Tað siga tey flestu.
Hann vætti fremsta fingurin og vendi einum blaði. Á borðinum lógu trý stempul. Á tí fyrsta stóð: Ov tíðliga. Á tí næsta: Ov seint. Tað triðja var so slitið, at eg ikki fekk lisið tað.
— Hvat stendur á hasum?
— Hvat fara fólk at siga?
— Tað sær út til at vera nógv brúkt.
— Tað dekkar tað, sum hini bæði ikki kunnu.
Eg legði eitt samanlagt pappír á borðið.
— Eg havi fingið eitt hugskot.
Hann suffaði spakuliga og flutti kaffikoppin.
— Ja. Vit hava havt nøkur av teimum frá tær.
Hann las leingi. So leingi, at eg sjálvur fór at ivast í tí, sum stóð á pappírinum.
— Tú kundi eisini bíðað, segði hann at enda.
— Eftir hvørjum?
— Einari hóskandi løtu.
— Nær kemur hon?
Hann hugdi upp.
— Tað hoyrir ikki undir okkum.
Eg hugdi at skápunum fram við vegginum. Summar skuffur vóru so fullar, at tær ikki kundu latast aftur. Á einari stóð: Tá ið betur tíð verður. Á einari aðrari: Tað, sum onnur duga betur.
— Hvør tekur avgerðina? spurdi eg.
— Vit fáa nøkur ummæli fyrst.
— Frá hvørjum?
Hann nevndi ein mann, eg kendi. Síðan ein aftrat. Bara við at hoyra nøvnini fekk eg hug at taka pappírið aftur.
— Hava teir sæð hetta?
— Nei.
— Hvussu kunnu tit so vita, hvat teir halda?
Gamli maðurin tók brillurnar av sær.
— Vit hava drúgvar royndir.
Hann segði tað so róligt, at eg eina løtu helt spurningin hjá mær vera býttan.
So fór hann at lesa viðmerkingarnar. Tað var ov nógv av mær sjálvum í hesum. Onkur fór at halda, at eg vildi gera vart við meg. Onkur fór at flenna.
— Tað kann eisini vera, at teimum dámar tað, segði eg.
Hann nikkaði.
— Vit mugu kortini taka hædd fyri tí øvugta.
Hann fór yvir at einum skápi og tók eina tjúkka mappu fram.
Mítt navn stóð á rygginum.
Innarlaga lá ein gomul viðmerking. Eg kendi hana beinanvegin. Eg hevði ikki hugsað um hana í fleiri ár, men nú mundi eg hoyra røddina, sum hevði sagt hana.
Undir henni lá ein løta, tá ið eg hevði sagt okkurt, og eingin hevði svarað. Ein onnur, tá ið fólk høvdu flent, og eg ikki rættiliga visti, um tey flentu at mær.
— Goyma tit alt hetta?
— Tað hevur týdning fyri viðgerðina.
Hann tók eitt av bløðunum og legði tað við síðuna av mínum nýggja hugskoti.
— Tú sært sjálvur.
Eg hugdi leingi at báðum.
— Men eg eri ikki tann sami nú.
— Tað siga tey eisini.
Eg bað um at sleppa at blaða. Longri afturi fann eg okkurt, sum hevði eydnast. Eina løtu, tá ið eg hevði torað og verið glaður um tað aftaná.
— Hvat við hesum?
Hann kagaði niður á blaðið.
— Ja. Tað gekk væl ta ferðina.
— Hví liggur tað so aftast?
Hann svaraði ikki beinanvegin. Hann rættaði bara bunkan, so kantarnir lógu javnir.
Eg hugdi aftur niður í mappuna. Har vóru eingir dómar við undirskrift. Eingin hevði skrivað, at eg ongantíð mátti royna aftur. Har vóru orð, eygnabrá og hendingar. Niðurstøðurnar stóðu við aðrari skrift.
Hon líktist mínari.
— Hvussu leingi hevur tú arbeitt her? spurdi eg.
— Leingi.
— Hvør setti teg?
Hann legði hendurnar saman.
— Tú komst við málunum. Eg tók mær av teimum.
Nú legði eg til merkis, hvussu kunnug røddin var. Steðgirnir millum orðini. Mátin, hann segði tað: Tað loysir seg neyvan.
Eg hevði hoyrt tað alt kvøldið frammanundan, meðan eg sat einsamallur við mínum hugskoti.
— Eg havi roynt at vart teg, segði hann.
Tað var einki háð í røddini.
— Fyri hvørjum?
— At verða til láturs. At verða vrakaður. At fara út við onkrum, tú seinni angraði.
Eg hugdi at mappuni. Hann hevði verið raskur. Hevði sitið uppi við mær, tá ið øll onnur svóvu. Gjørt viðmerkingar hjá fremmandum lidnar, áðrenn tey sjálv høvdu sagt eitt orð.
Eg hevði latið hann sleppa framat hvørja ferð. At enda kendi eg ikki mun á hansara varsemi og mínum egna vilja.
— Og alt tað, sum ongantíð varð til nakað? spurði eg.
Hann læt mappuna aftur.
— Tú slappst undan nógvum.
Eg sat eina løtu og hugdi at honum.
— Ja, segði eg. — Tað gjørdi eg.
So tók eg pappírið av borðinum.
— Tað er ikki góðkent, segði hann.
— Nei.
Hann rætti hondina eftir tí slitna stemplinum.
Eg kendi spurningin, áðrenn hann kom. Nú hoyrdi eg eisini, hvaðani hann kom.
Pappírið lá framman fyri mær. Nú sat eg einsamallur við borðið, við penninum í hondini.
Hvat fara fólk at siga?
Gamli maðurin bíðaði.
Eg skrivaði næsta setning.
