Tá mistakið gerst lærari

Tað er løgið, hvussu leingi eitt mistak kann fylgja okkum.

Ein avgerð, vit tóku ov skjótt. Nøkur orð, vit fegin vildu veri ósøgd. Eitt menniskja, vit særdu. Ella ein møguleiki, vit ikki sóu virðið í, fyrr enn hann var farin.

Hendingin kann vera langt aftan fyri okkum, men tankarnir finna kortini vegin aftur.

Hví gjørdi eg hatta?

Hví segði eg tað?

Hví steðgaði eg ikki á?

Vit vita væl, at vit ikki kunnu fara aftur. Kortini royna vit í huganum at gera tað umaftur. Vit hugsa um, hvat vit áttu at sagt, hvussu vit áttu at borið okkum at, og hvussu øðrvísi alt kundi verið.

Men fortíðin letur seg ikki broyta.

Tað, sum er gjørt, er gjørt.

Spurningurin er tí ikki bara, hvat vit gjørdu galið, men eisini hvat vit gera við tað aftaná.

Pætur kendi hetta.

Hann hevði sagt við Jesus, at um øll hini sviku, so fór hann ikki at gera tað. Hann var vísur í, at hann fór at standa fastur.

Nakrar tímar seinni avnoktaði hann Jesus tríggjar ferðir.

So gól hanin.

Eg havi ofta hugsað um ta løtuna.

Tí tá sveik Pætur ikki bara sítt lyfti. Hann sá eisini nakað um seg sjálvan, sum hann helst hevði viljað verið fyriuttan.

Hann var ikki so sterkur, sum hann helt.

Kanska kenna vit okkum aftur í tí.

Vit halda okkum vera tolin, til vit leypa framav. Vit halda okkum vera eyðmjúk, til stoltleikin verður raktur. Vit halda, at vit ongantíð høvdu gjørt ávís ting – til vit ein dag standa mitt í tí, sum vit vóru so vís í, at vit ongantíð fóru at gera.

Tað er ikki lætt at síggja sín egna veikleika.

Men tað kann læra okkum nakað.

Søgan um Pætur endar tíbetur ikki við hanagalinum.

Eftir uppreisnina møtir Jesus honum aftur.

Jesus kundi havt mint hann á alt, sum hendi. Hann kundi spurt: Hvussu kundi tú gera hetta móti Mær?

Men tað er ikki spurningurin.

Hann spyr:

„Elskar tú Meg?“

Og so fær Pætur aftur eina uppgávu.

Tað hugtekur meg.

Jesus gjørdi ikki mistakið minni enn tað var. Pætur hevði avnoktað Hann. Tað kundi ikki gerast ógjørt.

Men Jesus læt heldur ikki mistakið fáa seinasta orðið um Pætur.

Har er ein munur, sum vit kanska hava brúk fyri at minnast.

Tín samleiki liggur ikki í tínum ringasta mistak.

Mistakið kann vera ein partur av søgu tíni, men tað nýtist ikki at gerast navnið á tær.

Tað kann enntá gerast ein lærari.

Ikki tí tað var gott at mistaka seg. Nøkur mistøk gera veruligan skaða. Hava vit sært eitt menniskja, eiga vit at biðja um fyrigeving. Hava vit gjørt órætt, eiga vit at gera tað gott aftur, um tað ber til. Og summi mistøk fáa fylgjur, sum vit mugu liva við.

Men eisini har kann nakað vaksa.

Eitt mistak kann taka broddin av stoltleikanum. Tað kann læra okkum at kenna okkara egna veikleika. Tað kann gera okkum varligari í okkara avgerðum og mildari ímóti øðrum.

Tann, sum sjálvur hevur snávað, hyggur ofta øðrvísi at tí, sum liggur.

Tann, sum sjálvur hevur havt tørv á fyrigeving, veit, hvat náði er verd.

Kanska var Pætur ein annar maður aftan á hanagalið.

Ikki veikari.

Men eyðmjúkari.

Hann hevði lært, at tað er munur á at halda seg vera sterkan og at vita, hvaðani styrkin kemur.

Og kanska er tað eisini nakað, okkara mistøk kunnu læra okkum.

Vit kunnu brúka nógv ár til at angra tað, vit ikki kunnu broyta. Vit kunnu bera tað sum ein stein við okkum og lata tað minna okkum á, hvørji vit vóru í okkara ringastu løtu.

Ella vit kunnu taka ábyrgd, biðja um fyrigeving, læra – og síðani ganga víðari.

Tað er ikki at renna undan fortíðini.

Tað er at lata náðina fáa størri vald enn mistakið.

Gud møtir okkum ikki bara, tá vit standa upprætt.

Hann møtir okkum eisini har, vit mistu fótafestið.

Ikki fyri at siga, at tað ikki hevði týdning.

Men fyri at reisa okkum aftur.

Vit fáa ikki broytt dagin í gjár.

Men vit kunnu lata tað, sum hendi í gjár, læra okkum at liva øðrvísi í morgin.

Tí er kanska ein betri spurningur enn:

Hví gjørdi eg hatta?

hesin:

Hvat kann eg læra av tí?

Og tá tú einaferð hyggur aftur, kanst tú kanska síggja, at tað, tú helst hevði viljað strikað úr søgu tíni, eisini lærdi teg nakað, sum framgongd ongantíð hevði kunnað lært teg.

Um teg sjálvan.

Um onnur.

Og um náðina.

Vit eru ikki menniskju, sum ongantíð falla.

Vit eru menniskju, sum við Guds náði kunnu reisast aftur.