Tær gomlu gøturnar

Tær gomlu gøturnar

Eg siti við einari gamlari bók í hondini.

Perman er slitin, síðurnar gulnaðar, og hon ber týðilig merki av árum og hondum, sum hava hildið um hana. Á permuni stendur við stórum, gomlum bókstavum:

De gamle Stier.

Tær gomlu gøturnar.

Men tað er ikki bara heitið, sum fær meg at steðga.

Tá eg lati bókina upp, síggi eg eina hondskrift:

Klæmint Petersen.

Abbi mín.

Eg havi ongantíð kent hann. Hann doyði í 1930, bert 30 ára gamal. Eitt lív, sum í mínum eygum varð alt ov stutt.

Kortini siti eg her nærum hundrað ár seinni við einari bók, sum hann einaferð hevur hildið í hondini.

Eg lati fingrarnar fara eftir skriftini og hugsi um løtuna, tá hann skrivaði navn sítt. Hvar sat hann? Hvussu gamal var hann? Hvat fylti tankarnar hjá honum? Hvat droymdi hann um?

Tað fái eg ongantíð spurt hann um.

Undir navninum stendur eisini ein bíbliutilvísing:

Matteus 10,7–10.

Eg steðgi við hesi orðini.
Hví júst hesi ørindini?

Tað veit eg ikki, og tað hevði verið skeivt av mær at lagt honum tankar í munnin, sum eg ikki kenni. Kanska hevði hann júst lisið tekstin og skrivað tilvísingina niður fyri ikki at gloyma hann.

Men eg kann gera tað sama, sum hann einaferð gjørdi.

Eg kann lata Bíbliuna upp.

Har lesi eg um Jesus, sum sendir lærusveinarnar út. Teir skulu fara avstað og boða, at himmiríkið er komið nær. Teir skulu ikki fyrst tryggja sær alt tað, sum menniskjað heldur vera neyðugt fyri ferðina. Teir verða sendir avstað í áliti á Gud.

Og meðan eg siti við bókini hjá einum manni, sum bert fekk 30 ár at ganga sína lívsleið, fáa orðini ein serligan álvara.

Vit vita nevniliga ikki, hvussu langur okkara vegur verður.

Vit tosa nógv um, hvussu langt vit ætla okkum. Vit leggja ætlanir. Vit hugsa um næsta árið og árini aftaná. Tað er gott og natúrligt.

Men eingin okkara veit, hvussu nógv fet eru eftir.

Tí er kanska ein annar spurningur týdningarmiklari enn:

Hvussu langt komi eg?

Spurningurin er:

Hvørja gøtu gangi eg?

Bókarheitið hjá abba fær meg at hugsa um orðini hjá Jeremiasi:

„Standið við vegirnar og hyggið! Spyrjið eftir hinum gomlu gøtunum, hvar hin góði vegurin er; gangið hann, so skulu tit finna hvíld fyri sálir tykkara.“

Jeremias 6,16

Standið.

Hyggið.

Spyrjið.

Trý einføld orð, sum næstan ganga ímóti tíðini, vit liva í.

Tí vit eru altíð á veg.

Vit skunda okkum frá einum til tað næsta. Vit hava kalendarar, sum siga okkum, hvar vit skulu vera, og telefonir, sum siga okkum, hvat er hent. Vit hava GPS, sum kann vísa okkum vegin til nærum øll støð.

Men eingin skíggi kann vísa okkum, hvønn veg sálin eigur at ganga.

Tí er tað gott av og á at steðga.

Ikki fyri at venda aftur til eina tíð, sum er farin. Jeremias sigur ikki, at alt gamalt er gott. Hann sigur: Spyrjið, hvar hin góði vegurin er.

Tað er nakað annað.

Tí vit ganga øll onkra gøtu.

Eisini tá vit ikki hugsa um tað.

Tað, vit geva tíð okkara, formar okkum. Tað, vit lata fylla sinni okkara, setur spor. Smáar avgerðir gerast vanar, og vanar kunnu spakuliga gerast ein kós.

Og ein dag kunnu vit vakna og síggja, at vit eru komin langt.

Men kanska ikki hagar, vit ætlaðu okkum.

Tað ber til at ganga skjótt skeivan veg.

Tað ber til at fáa nógv av tí, vit ynsktu okkum, og kortini missa nakað á leiðini.

Tað ber til at hava ein fullan kalendara og eina móða sál.

Tí spyrji eg meg sjálvan:

Kári, hvørja gøtu gongur tú?

Ikki: Hvussu skjótt gongur tú?

Ikki: Hvussu langt ert tú komin?

Men:

Hvar førir gøtan teg?

Eg hyggi aftur at hondskriftini hjá abba.

Hann kundi ikki vita, tá hann skrivaði navn sítt í hesa bókina, at ein abbasonur, sum hann ongantíð skuldi møta, nærum eina øld seinni fór at lesa tað.

Tað sigur mær nakað um spor.

Vit vita ikki, hvussu langt tey røkka.

Kanska er tað avgerandi ikki, hvussu nógv ár vit fáa at ganga.Men hvørja gøtu vit ganga tey árini, vit fáa.

Ein dag verður eisini mín hond still. Ein dag verður tað seinasta orðið skrivað og tað seinasta fetið gingið.

Tí eru dagarnir ikki bara nakað, sum skal fáast at ganga.

Teir eru lívið sjálvt.

Eg lati gomlu bókina aftur.

Tær gomlu gøturnar.

Hon hevur ligið eftir abba í nærum hundrað ár. Men spurningurin, hon leggur eftir í mær, er ikki gamal.

Hann er til mín.

Og kanska eisini til tín:

Hvørja gøtu ert tú á í dag?

Og um tú heldur fram eftir henni – hvar førir hon teg?

Steðga eina løtu.

Hygg.

Spyr.

Tí vit avgera ikki altíð, hvussu langur vegurin verður.

Men vit kunnu velja, hvørjum vegi vit ganga – og hvørji spor vit seta eftir okkum.