Í summar kom abbasonurin úr Svøríki til Føroyar at vitja okkum.

Tað var fyrstu ferð, hann kom til Føroyar. Fyrstu ferð hann vitjaði abba og ommu. Og meðan hann var hjá okkum, fylti hann eitt ár.

Ein slíkur føðingardagur er løgin at uppliva sum abbi. Fyri eitt ára gamla drongin er dagurin bara ein dagur millum aðrar. Hann veit ikki, at jørðin hevur ferðast eina heila ferð kring sólina, síðan hann kom inn í henda heimin. Hann kennir ikki orðið ár. Hann veit einki um tíðina, sum vit vaksnu eru so upptikin av at máta.

Men vit vita tað.

Vit vita, hvussu nógv kann henda eftir einum ári.

Fyri einum ári síðan var hann nýføddur og mátti berast allastaðni. Nú stóð hann mitt á gólvinum hjá abba og ommu í Føroyum.

Og júst um hesa tíðina var hann farin at ganga.

Ikki langt.

Fimm, kanska seks fótafet í senn.

Hann stóð eina løtu og javnvigaði. Hendurnar eitt sindur út frá kroppinum. So kom fyrsta fetið. Síðan tað næsta. Og eitt afturat.

Og gleðin lýsti í eygunum.

Hann var so errin av sínum nýggja kynstri. Tá ið hann hevði gingið hesi fáu fetini, hugdi hann upp á okkum við einum smíli, sum næstan segði:

Sóu tit meg?

Eg gekk!

Jú, lítli vinur.

Vit sóu teg.

Og vit fara at minnast tað.

Tú fert neyvan sjálvur at minnast tín fyrsta føðingardag í Føroyum. Tú fert ikki at minnast húsið, rúmið ella tey smáu fetini eftir gólvinum. Men soleiðis er kærleikin eisini: Onnur varðveita tey fyrstu minnini fyri okkum, til vit sjálv eru nóg stór at bera tey.

Meðan eg hugdi at honum, kom ein hugsan til mín:

Hvussu mong fótafet fær eitt menniskja á hesi jørð?

Eitt ár.

Tólv mánaðir.

Og longu so nógv er hent.

Fyrst lá hann hjálparleysur í ørmunum á teimum vaksnu. So lærdi hann at lyfta høvdið, venda sær, sita, grulva, reisa seg.

Og nú:

eitt fet.

Eitt afturat.

Tað er næstan sum um skapanarverkið endurtekur seg í hvørjum barni. Tað, sum fyrst ikki var møguligt, verður brádliga møguligt.

Barnið reisir seg.

Og heimurin verður størri.

Kanska er tað tí, vit verða so hugtikin av fyrstu fetunum hjá einum barni. Tey minna okkum á nakað grundleggjandi við lívinum.

Vit eru skapt til at fara.

Til at vaksa.

Til at royna.

Til at detta.

Til at reisa okkum aftur.

Hesi fimm, seks fetini vóru millum hansara fyrstu.

Men hvussu mong liggja framman fyri honum?

Um Gud vil, milliónir.

Smáu føturnar fara at bera hann út í eitt lív, sum enn er fjalt fyri okkum øllum.

Hann fer at ganga eftir vegum í Svøríki og vónandi mongum vegum í Føroyum.

Hann fer at ganga inn í skúlastovur og hús, sum hann enn ikki kennir.

Hann fer at ganga móti menniskjum, sum í dag eru fullkomiliga fremmand, men sum einaferð kanska verða millum tey kærastu í lívi hansara.

Hann fer at renna av gleði.

Hann fer kanska onkuntíð at ganga einsamallur heim við sorg í hjartanum.

Hann fer at koma til vegamót.

Velja skeivt.

Venda við.

Byrja umaftur.

Soleiðis er eitt mannalív.

Vit byrja við einum fyrsta fótafeti.

Og einaferð taka vit tað seinasta.

Millum hesi bæði liggur alt okkara lív.

Meðan eg hugdi at honum, kendi eg brádliga munin millum okkum.

Hann hevði júst fylt eitt ár.

Eg havi sjálvur havt mong ár á hesi jørð.

Hann var við byrjanina.

Eg eri komin nógv longri eftir vegnum.

Og tá verður løtan bæði vøkur og álvarsom.

Tí eg veit ikki, hvussu mong fótafet eg sjálvur havi eftir.

Tað veit eingin okkara.

Vit telja árini, men ikki fetini.

Vit halda føðingardagar og siga: nú fór enn eitt ár. Men lívið verður í veruleikanum ikki livað í árum.

Tað verður livað í løtum. Í fótafetum.

Kanska er tað ein náði, at vit ikki vita, hvussu mong eru eftir.

Tí um vit kendu talið, høvdu vit kanska verið so upptikin av seinasta fetinum, at vit gloymdu tað, sum verður givið okkum nú.

Í Sálmunum stendur:

„Títt orð er fóti mínum lykt og ljós á gøtu míni.“

Eg havi ofta hugsað um hesa myndina.

Ein lykt lýsir ikki allan vegin fram.

Hon vísir ikki, hvat liggur fleiri kilometrar burturi.

Hon gevur ljós nóg langt til næsta fetið.

Vit menniskju vilja fegin hava meira.

Vit vilja hava kortið.

Vit vilja vita, hvussu alt fer at ganga.

Vit vilja vita, hvat bíðar børnunum og abbabørnunum.

Vit vilja verja tey móti sorgini, mistøkunum og øllum tí, sum kann særa.

Men vit fáa ikki allan vegin at síggja.

Vit fáa næsta fetið.

Og kanska er trúgv júst tað: at tora at taka næsta fetið, hóast vit ikki síggja allan vegin.

Abbasonurin hugsaði ikki um, hvagar sjeynda fetið fór at føra hann.

Hann hevði onga ætlan fyri næstu fimm árini.

Hann stóð bara har.

Tók eitt fet.

So eitt afturat.

Og var glaður.

Kanska veit eitt eitt ára gamalt barn nakað um lívið, sum vit vaksnu hava gloymt.

Vit eru altíð á veg onkra aðrastaðni.

Vit standa í mánadegnum og bíða eftir fríggjadegnum.

Vit eru í várinum og bíða eftir summarinum.

Vit eru í hesum árinum og leggja ætlanir fyri tað næsta.

Vit siga:

Tá ið hetta er komið upp á pláss, skal eg njóta lívið.

Men lívið bíðar ikki har frammi.

Lívið er her.

Nú.

Á einum gólvi í Føroyum.

Við einum lítlum drongi, sum júst er fyltur eitt ár og stríðist við at ganga fimm, seks fet móti tær.

Tað er lívið.

Eftir vitjanina skuldi hann aftur til Svøríkis.

Og tá ið abbabørn búgva langt burturi, lærir ein eisini eina serliga síðu av kærleikanum.

Ein kann ikki vera við í øllum.

Eg fari ikki at síggja hvørt nýtt fótafet.

Eg fari ikki at hoyra hvørt nýtt orð.

Eg fari ikki at vera har hvørja ferð, hann dettur, reisir seg, grætur ella flennir.

Men kærleikin verður ikki máldur í kilometrum.

Vit fáa heldur ongantíð eitt annað menniskja til ognar.

Heldur ikki okkara børn.

Heldur ikki okkara abbabørn.

Vit fáa tey sum gávu.

Eina tíð ganga vit saman.

Eina tíð halda í hondina á teimum.

Og so kemur løtan, tá ið hondin sleppir.

Tað er jú júst tað, sum hendi á gólvinum.

Hann mátti sleppa fyri at ganga sjálvur.

Vit mugu tora at sleppa tí, vit helst vilja halda fast.

Ein dag verður hann stórur.

Hann fer ikki at minnast hesi fyrstu fetini.

Men eg geri.

Og ein dag, um nógv ár, verður abbahondin ikki longur har.

Tann tankin kemur nærri, tá ið eitt lítið barn fyllir sítt fyrsta ár.

Hansara tíð er júst byrjað.

Mín hevur gingið leingi.

Men kristna trúgvin gevur mær eina vón, sum røkkur longri enn mín egna hond.

Har eg ikki kann fylgja honum, kann Gud fylgja.

Har eg ikki kann verja hann, kann eg leggja hann í Guds hendur.

Jesus segði: „Eg eri vegurin.“

Ikki bara: Eg vísi tær vegin.

Men: Eg eri vegurin.

Kristna vónin er tí ikki, at vit kenna allan vegin.

Hon er, at vit kenna Hann, sum gongur saman við okkum.

Eg biði ikki um, at allir tínir vegir skulu vera lættir, lítli vinur.

Tað verða teir ikki.

Eg biði ikki um, at tú ongantíð skalt detta.

Tað fert tú.

Men eg biði um, at tú altíð skalt fáa dirvi at reisa teg aftur.

Eg biði um, at tú varðveitir nakað av gleðini, sum lýsti úr eygunum á tær, tá ið tú gekk hesi fyrstu fetini.

At tú ongantíð verður so vaksin, at tú missir undranina.

At tú sært undrið í einari blómu.

Í einum blaði, sum dansar í vindinum.

Í havinum.

Í himlinum.

Í einum øðrum menniskja.

At tú lærir, at tað størsta í lívinum ikki er, hvussu langt tú kemur, men hvussu tú gongur – og hvørjum tú gongur saman við.

At tú steðgar hjá tí, sum er dottin.

At tú bíðar eftir tí, sum gongur spakuligari.

At tú torir at venda við, tá ið tú ert farin skeivan veg.

Og fram um alt:

At tú einaferð lærir, at tú ongantíð gongur einsamallur.

Tá ið tú fylti eitt ár her hjá okkum í Føroyum, vildi abbi geva tær eina føðingardagsgávu.

Ikki eina gávu, sum kundi pakkast inn í pappír.

Ikki nakað, sum tú skalt vaksa frá, slíta upp ella leggja burtur einaferð.

Eg vildi geva tær nøkur orð.

Ein sang.

Ein lítil føðingardagsheilsa, sum kann fylgja tær longur enn henda fyrsta vitjanin í Føroyum og kanska eisini longur enn minnið um abban, sum skrivaði hana.

Tí meðan tú vart her, hevði eg sæð teg taka hesi smáu fetini.

Eg hevði sæð gleðina í eygunum á tær.

Og eg hugsaði um øll tey ókendu fótafetini, sum liggja framman fyri tær.

Tí skrivaði eg Le, lilla vän.

Sangurin er mín føðingardagsgáva til tín á tínum fyrsta føðingardegi.

Kanska skilir tú ikki orðini nú.

Men ein dag gert tú tað.

Og tá vóni eg, at tú hoyrir meira enn orðini í sanginum.

Eg vóni, tú hoyrir eina rødd aftan fyri tey.

Røddina hjá einum abba, sum á tínum fyrsta føðingardegi hugdi at tær og ynskti tær alt tað góða, sum eitt menniskja kann ynskja einum øðrum:

At tú skalt varðveita gleðina.

At tú skalt tora at ganga.

At tú skalt elska lívið.

At tú skalt síggja undrið.

At tú skalt vita teg elskaðan.

Og at Gud skal ganga við tær – øll tíni fótafet.

Út frá hesi hugleiðing yrkti eg abbasoninum henda sangin, sum hann kann hava sum minnir seinri í lívinum

Le, lilla vän
Du kom med ljus en morgonstund,
en gåva sänd från himlens hand.
Med öppna ögon, nyfiken blick,
du såg en värld som väntat på dig.
Varje andetag är nåd och liv,
varje dag en chans att börja om.


Le, lilla vän,
sjung din sång.
Gud är nära
hela dagen lång.


Nu bär de små, små fötterna dig
på vägar ingen ännu sett.
Du skrattar högt åt livets under,
åt vinden, solen och ett löv.
Vi ser hur glädjen växer fram,
som våren i vårt hjärtas jord.


Le, lilla vän,
sjung din sång.
Gud ger glädje
hela dagen lång.


Må varje morgon bära hopp,
och varje kväll få sluta väl.
Må godhet följa där du går,
och kärlek bli ditt mod och hem.
Må tacksamhet bli sången som
du bär i hjärtat livet ut.


Le, lilla vän,
sjung din sång.
Gud är nära
hela dagen lång.


När du en gång blir stor och stark,
må barnet bo kvar i ditt skratt.
Se alltid undret i en blomma,
i havets djup, i himlens blå.
För livet är en dyrbar gåva,
och varje människa är sedd.


Le, lilla vän,
sjung din sång.
Gud välsignar dig.

Tekstur: Kári Egholm Jacobsen. Tónleikur og framførsla eru gjørd við hjálp av vitlíki.

Lurta eftir sanginum