Spegilsmyndin

Morgunin er kvirrur.

Tað einasta, eg hoyri, er veika suðið frá vindinum uttanfyri gluggan og mín egni andadráttur. 

Eg leggi hendurnar á kalda kantin á vaskinum og hyggi upp.

Ein maður hyggur aftur at mær.

Eg kenni andlitið. Eg havi sæð tað óteljandi ferðir, hvønn morgun og hvørt kvøld. Kortini er okkurt við honum í dag, sum fær meg at steðga á. Hann tykist mær bæði nær og langt burtur, sum ein gamal kenningur, ið eg havi fylgst við alt lívið, men ongantíð veruliga havi lært at kenna.

Eg hyggi inn í eyguni á honum.

Har er ein sorg í teimum. Hon liggur djúpt, aftan fyri eygnalokini, sum ein skuggi, ið hevur lært at goyma seg. Og har er eisini ein duld gleði, veik og treisk, sum eitt lítið ljós.

Eg lyfti hondina og leggi lógvan móti glasinum. Tað er slætt og kalt. Maðurin hinumegin ger tað sama. Fingrar hansara møta mínum, men eingin hiti fer ígjøgnum glasið.

Hann stendur har, maðurin í myndini.

Men hvør er hann í veruleikanum?

Hvørjar søgur goyma hesi eygu? Hvat hava tey sæð, sum eingin annar veit um? Hvussu ofta hava tey grátið, tá ið eingin sá? Hvussu ofta hava tey lýst av gleði, uttan at nakar legði merki til tað?

Eg lati eygu míni ferðast eftir andlitinum. Hvør foyra tykist vera ein setningur. Hvør rukka eitt minni. Saman mynda tær eina søgu, sum ongantíð er skrivað.

Meðan eg standi har, byrja myndir úr fortíðini at koma fram fyri meg.

Fyrst síggi eg drongin. Andlitið var slætt, og eyguni vóru opin og óttaleys. Heimurin lá framman fyri honum, stórur og loyndardómsfullur. Hann visti ikki, hvør hann fór at verða, men hann trúði, at allar leiðir vóru opnar.

Hann hugdi ikki eftir rukkunum, tí tær vóru ongar. Hann leitaði ikki eftir sorgini í eygunum, tí lívið hevði enn ikki lært hann, hvat eitt menniskja kann møta á lívsleiðini. Spegilin var tá bara ein flata, sum vísti honum, hvussu hann sá út. Hann kendi ikki enn tann djúpa spurningin, sum seinni skuldi treingja inn í hansara sinni.

Hvør eri eg?

Árini gingu, og drongurin gjørdist ungur maður.

Eg síggi hann standa framman fyri speglinum og gera seg til reiðar at fara út í lívið. Hann rættur ryggin og roynir at síggja tryggur út, hóast ivin longu er farin at næla innan í honum. Hann andan djúpt inn og letur, sum um hann veit, hvar hann er á veg.

Hann hevur dreymar, og hann hevur ætlanir. Hann sær fyri sær eitt lív, sum enn ikki er livað, og eina framtíð, sum tykist liggja opin fyri honum. Kortini veit hann ikki, at leiðin sjáldan verður so bein, sum vit ímynda okkum. Hann veit ikki, at nøkur ynski fara at ganga út, meðan onnur spakuliga hvørva. Hann veit ikki, at hann fer at finna, missa, elska, ivast, falla og reisa seg aftur.

Og spegilin veit tað heldur ikki.

Hann vísir bert tann unga mannin, sum stendur har í løtuni.

So ganga árini.

Spegilin sær mannin gleðast og syrgja. Hann sær dagar, tá ið lívið kennist lætt. Hann sær tárini, sum verða turkað burtur, áðrenn nakar annar fær eyga á tey. Hann sær eisini smílið, sum kemur fram, tá ið gleðin eina løtu fær loyvi at fylla alt.

Hann sær kærleikan koma inn í lívið. Hann sær vónina vaksa. Hann sær løtur, har maðurin kennir seg heilan, sum um alt hevur funnið sítt rætta pláss.

Men hann sær eisini missin.

Hann sær dagar, tá ið okkurt brotnar innan í manninum, hóast einki sæst uttaná. Hann sær hann standa og royna at taka seg saman, áðrenn hann fer út til hini.

So við og við broytist maðurin.

Smáar linjur koma við eygnakrókarnar. Tær siga frá látri, frá menniskjum, sum hava verið nær, og frá løtum, har lívið kendist gott. Smílikullurnar á kinnunum minna um gleði, kærleika og vón.

Aðrar foyrur eru djúpar.

Tær bera minnir um mótburð, um orð, sum ongantíð vórðu søgd, og um sár, sum tíðin hevur fjalt, men ikki heilt grøtt. Tey liggja undir yvirflatduni, sum rivur í einum gomlum húsveggi. Tú sært tær ikki altíð, men tú veitst, at tær eru har.

Nú standi eg her.

Drongurin og tann ungi maðurin eru horvnir, og tó eru teir báðir framvegis ein partur av andlitinum framman fyri mær. Drongurin livir í undranini, sum enn av og á vaknar. Tann ungi maðurin livir í dreymunum, sum ikki heilt eru sloknaðir. Og maðurin, eg eri vorðin, ber teir báðar við sær saman við øllum tí, sum lívið síðani hevur lagt afturat.

Hvør foyra og hvør linja er eitt brot úr søgu míni. Saman eru tær sum eitt kort av fortíðini. Tær vísa ikki allar leiðir, eg havi gingið, men tær bera boð um mítt lív.

Eg hyggi nærri at manninum.

Er hetta tann, eg einaferð ætlaði mær at verða?

Ella er hetta bara tann, sum lívið gjørdi meg til?

Spegilsmyndin svarar ikki. Hann ger ongantíð annað enn at geva mær mínar egnu spurningar aftur.

Spegilin er ein harður dómari. Hann vísir gráu hárini, møðina í eygunum og øll teknini um tey ár, sum eru runnin í tíðarhavið. Hann fjalir einki av tí, sum ljósið rakar. Hann vísir tað ytra, júst sum tað er.

Men dómur hansara er kortini grunnur.

Hann veit einki um næturnar, tá eg lá í andvekri. Hann kennir ikki gleðina, sum fylti meg, tá ið lívið gav mær meira, enn eg hevði tora at vóna. Hann sær ikki minnini, sum liggja fjald aftan fyri eyguni.

Hann veit ikki, hvussu ofta eg havi verið bangin, hóast eg sá tryggur út. Hann veit ikki, hvussu ofta eg havi verið einsamallur mitt ímillum fólk. Hann veit heldur ikki, hvussu nógvur kærleiki, takksemi og vón hava búð í mær, sjálvt teir dagarnar, tá ið andlitið var merkt av møði.

Spegilin vísir bert yvirflatuna.

Og kortini fær hann meg at steðga.

Í manninum framman fyri mær síggi eg eina mosaikk av øllum tí, sum hevur verið. Hvørt minni er eitt brot. Hvør gleði, hvør sorg, hvør sigur og hvør ósigur hevur lagt sín lit afturat myndini.

Einki einstakt brot sigur allan sannleikan.

Gleðin er ekta, men hon er ikki øll søgan. Sorgin er djúp, men hon eigur meg ikki. Mistøkini eru partur av mær, men tey eru ikki alt, sum eg eri. Eg eri bæði ljós og myrkur, bæði styrki og veikleiki. Eg eri tann, eg var, tann, eg eri, og ein farri av tí, eg enn kann verða.

Hvønn dag, tá ið eg hyggi í spegilin, síggi eg ein nýggjan part av manninum í myndini. Stundum er broytingin so lítil, at eg ikki varnist hana. Aðrar dagar er tað, sum um eitt fremmant andlit brádliga er komið til sjóndar.

Men kanska er tað ikki maðurin í speglinum, sum broytist.

Kanska eri tað eg, sum spakuliga læri at síggja.

Eg standi leingi og hyggi. So líðandi skilji eg, at spurningurin ikki er, hvat eg síggi. Spurningurin er, hvat eg geri við tað, sum verður mær víst.

Tí tað er lætt at standa framman fyri einum spegli og síggja sítt andlit. Tað er nógv torførari at síggja seg sjálvan av sonnum.

At síggja mistøkini, sum eiga at verða rættað. Sárini, sum eiga at verða grødd. Orðini, sum eiga at verða søgd. Kærleikan, sum eigur at verða sýndur. Tað er torført at viðurkenna sannleikan um seg sjálvan, serliga tá ið sannleikin krevur, at nakað verður broytt.

Tá renna orðini úr Jákups brævinum mær í hug.

Jákup líknar tann, sum hoyrir orðið, men ikki ger eftir tí, við ein mann, ið hyggur at sínum egna andliti í einum spegli. Hann sær seg sjálvan, fer síðan burtur og gloymir beinanvegin, hvussu hann sá út.

Jákupsbrævið 1,23–24.

Eg kenni meg aftur í hesum manninum.

Hvussu ofta havi eg ikki sæð sannleikan eina løtu fyri síðan at venda mær burtur og liva, sum hevði eg ongantíð sæð hann? Hvussu ofta havi eg staðið framman fyri speglinum, hugt mær sjálvum í eyguni og lovað, at okkurt skuldi broytast, bert fyri at gloyma tað, tá ið gerandisdagurin aftur tók meg við sær?

Tað er lætt at verða rørdur eina løtu. Tað er lætt at hoyra orð, sum raka hjartað. Men tað er nakað annað at bera tey við sær út í lívið og lata tey broyta teg.

Ein spegilsmynd hevur ongan týdning, um eg altíð fari burtur og gloymi tað, sum eg sá.

Men meðan eg hugsi um hetta, skilji eg eisini nakað annað.

Spegilin kann vísa mær, hvør eg eri, men hann kann ikki siga mær, hvønn veg eg skal ganga. Hann kann avdúka andlitið, men hann kann ikki leiða hjartað. Hann kann minna meg á tað, sum hevur verið, men hann kann ikki geva mær styrki til tað, sum liggur frammanfyri.

Tá minnist eg orðini í Hebrearabrævinum um at hava eyguni vend móti Jesusi, upphavsmanni og fullkomnara trúarinnar. Hann sá gleðina, sum lá framman fyri honum, toldi krossin og læt ikki skommina fáa síðsta orðið.

Hebrearabrævið 12,2.

Orðini broyta tað, eg síggi.

Eg havi leitað eftir svarinum í tí rukkuta andlitinum, í minnunum og í øllum tí, sum spegilsmyndin ber við sær. Eg havi roynt at skilja meg sjálvan við at hyggja djúpt inn í mítt egna andlit.

Men svarið er ikki bara at finna í manninum í glasinum.

Skal eg finna vegin fram, má eg lyfta eyguni frá mær sjálvum og venda teimum móti Honum, sum gekk vegin undan mær. Móti Honum, sum kennir bæði ljósið og myrkrið í mær, men sum kortini kallar meg at fylgja sær.

Eg skal ikki gloyma tað, sum spegilin hevur víst mær. Men eg skal heldur ikki verða standandi framman fyri honum, fangaður í mínum egnu feilum, mínum egnu sárum og míni egnu fortíð.

Jákupsbrævið minnir meg á ikki at fara burtur og gloyma.

Hebrearabrævið minnir meg á, hvar eg skal festa eygu míni, tá ið eg fari víðari.

Eg taki hondina av speglinum og rætti meg upp. Maðurin hinumegin ger tað sama. Vit standa eina síðstu løtu andlit til andlits, hann í sínum heimi og eg í mínum, hóast eingin veruligur skilnaður er okkara millum.

Djúpt í hjartadýpinum, handan fururnar, minnini og øll árini, finni eg eina kjarnu, sum spegilin ikki megnar at vísa. Har møtast ljósið og myrkrið. Har liva gleðin og sorgin lið við lið, ikki sum fíggindar, men sum partar av somu søgu.

Maðurin í speglinum er meira enn eitt andlit. Hann er eitt kort yvir eina ferð, sum enn ikki er komin at enda. Hann er eitt spegilsbrot av sálini, ófullfíggjað, merkt av lívinum.

Eg sløkki ljósið og ganga út úr rúminum. Spegilsmyndin verður eftir í myrkrinum, men tað, hon hevur víst mær, skal ikki verða gloymt.

Eg vil ikki vera maðurin, sum sær sannleikan um seg sjálvan og síðan fer burtur, uttan at nakað broytist.

Men eg vil heldur ikki verða standandi og stara at mínum egna endurskini, sum um øll svarini eru at finna har.

Tí spegilin kann vísa mær, hvussu eg síggi út.

Men Jesus vísir mær, hvønn veg eg skal ganga.

Eg hyggi eina síðstu ferð inn í eyguni á manninum.

Síðan vendi eg mær frá speglinum.

Hesa ferð fari eg ikki burtur og gloymi.

Hesa ferð fari eg víðari við eygunum vendum móti Jesusi.